

Heimurin er broyttur nógv seinastu árini. Vit liva longri, og aldursbýtið í flest øllum londum er broytt soleiðis, at parturin av eldri fólki veksur nógv.
Vit á Nemlia kenna avbjóðingarnar sum eldri, avvarðandi og starvsfólk hava, og vit loysa hetta úr einum heildarsjónarmiði, har vit seta menniskja í miðdepilin. Við okkara tøkniligu loysnum knýta vit fólk, sum eru annaðhvørt einsamøll ella óhjálpin við síni avvarðandi ella røktarstarvsfólk. Hetta óansæð tíð og stað.
Eitt av aðalmálunum hjá okkum er, at eldri fólk og fólk, ið gerast óhjálpin skulu hava eina trygga og virðiliga tilveru í egnum heimi ella á stovni. Avvarðandi skulu ikki hava ekka av, at teirra kæru. Røktarstarvsfólk skulu kenna seg tryggari og hava meiri orku til tær uppgávur, sum hava størst týdning. Soleiðis røkka longur í teirra dagliga arbeiði.
Starvsfólk

Peer Bentzen
Stjóri
Við sínum serliga tilknýti til norðurlendska heilsuverkið, við týska neyvleikanum og eini ótrúligari orku, vísir Peer vegin. Hann hevur drúgvar royndir sum vinnulívsmaður, er virkisfúsur og framsíggin sum fáur. Saman við Nemlia livir hann nú sín dreym um at betra lívið hjá eldri og óhjálpnum menniskjum.
Stjóri
peer@nemlia.com
+298 239040

Melissa Jenkins
CTO
Coming soon....
CTO
melissa@nemlia.com
+298 220483

Eyðbjørg Leo
Produktleiðari
Eyðbjørg hevur hjartað á røttum staði. Við síni bakgrund sum sjúkrarøktarfrøðingur og talgildur sniðgevi hevur hon eisini júst teir røttu førleikarnar og samansetingina til starvið, hon røkir .Í dag brúkar hon sítt kliniska yvirlit til at tryggja, at okkara loysnir altíð seta menniskja í fremstu røð.
Produktleiðari
eydbjorg@nemlia.com
+298 599412

Greg Worley
søluleiðari
Greg er límið sum bindur okkum í Nemlia saman. Hann knýtir saman okkara menningardeild við brúkararnir, og virkar fyri at breiða út góða orðið um Nemlia. Greg vil veita bestu tænastuna innan økið, og er kreativur og nærlagdur í síni tilgongd.
Søluleiðari
greg@nemlia.com
+298 211879

John Høj Andreassen
mennari
John er líka blíður, sum hann sær út. Fyri John gevur tað meining at arbeiða hjá Nemlia. Her sleppur hann at forrita, nørdast og hjálpa menniskjum. Kreativu hugskotini hjá John gera Nemlia til nakað heilt serstakt.
Mennari
john@nemlia.com
+298 510651

Denis Kovacek
Mennari
Denis er stuttligur sjálvt um hann er forritari. Við útbúgving innan forritan og handil, verður Denis ofta hálaður vekk frá sínum toymi tá ið markaðardeildin skal taka avgerðir.
Mennari
denis@nemlia.com

Petur Larsen
mennari
Heilin hjá Peturi er hugtakandi. Hjá Peturi gongur alt upp í eina hægri eind, sum ger at brúkarin fær eina góða heildarloysn. Hansara einanstandandi tekniska vitan ger, at Nemlia altíð kann veita nýggjastu og bestu loysnirnar.
Mennari
petur@nemlia.com

Signar Kristiansen
mennari
Signar hevur eitt gott yvirlit; Hann eigur jú 4 børn. So eyðmjúkur sum hann er, skal man uppliva, hvussu væl hann dugir. Loysnirnar hann kemur við, eru væl gjøgnumhugsaðar - og geva trygg, dygdargóð úrtslit.
Mennari
signar@nemlia.com
Størv
Nemlia er í eini spennandi tilgongd. Vit eru ein nýggj og framsøkin fyritøka, sum brennur fyri at gera lívið betri hjá eldri og óhjálpnum borgarum. Vit eru longu til staðar á føroyska marknaðinum, og skjótt fara vit víðari út heim við okkara loysnum og tænastum. Í dag eru 9 starvsfólk í fyritøkuni, sum hevur skrivstovu í hjartanum í Havn, og skjótt leggjast nøkur afturat. Skal góða gongdin í fyritøkuni halda fram, krevur tað fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og arbeiðssom starvsfólk, ið brenna fyri tí sama, sum vit. Ljóðar hetta, sum nakað fyri teg, so er bara at fáa umsóknina avstað.
Send okkum eina umsókn
Tú ert altíð vælkomin at senda okkum eina umsókn av tínum eintingum. Umsókn og lívsrensl (CV) kunnu sendast við telduposti til stjóran, peer@nemlia.com. Vit goyma umsóknina, og seta okkum í samband við teg, um hóskandi starvsmøguleikar stinga seg upp. Tað ber eisini til at ringja og fáa eitt óbundið prát við stjóran. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við okkum, og fá meira at vita um okkara loysnir og tænastur.
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri um okkara loysnir, og tænastur. Tú ert…
Samband
Nemlia Sp/f
Telefon +298 202244
J.H. Schrøtersgøta 7
100 Tórshavn
E-Mail: nemlia@nemlia.com