Møguleikar

app-scaled
app-scaled
Full 1
Full 1
previous arrow
next arrow

Starvsfólkini á bústovnunum hava fleiri búfólk at taka sær av og kunnu ikki vera allastaðni í senn. Við Nemlia skipanini fáa tey boð, um til dømis onkur letur úthurðina upp og fer út, meðan tey eru inni á kamarinum hjá einum øðrum búfólki, sum tørvar hjálp. Tøknin virkar sum ein forlongdur armur ella eyka eyga hjá starvsfólkunum. Góða yvirlitið økir um tryggleikan og hjálpir starvsfólkunum at tillaga og leggja ymisku uppgávurnar betri til rættis.

App

Rørsluvarnari - virkar fyribyrgjandi

Tá rørsla er, verða boð send á fartelefonina. Eisini ber til at fáa boð, um eingin rørsla er.

Dømi hjá heimabúgvandi: Um eingin rørsla er í gongini hjá mammu míni, áðrenn klokkan 12, ynski eg at fáa boð, tí tá kann okkurt vera á vási. Mamma plagar altíð at vera uppi tíðliga. Rørsluvarnarin fangar rørslu upp í 9 metrar í ummáli og mátar eisini hita.

Dømi á bústovni: Um búfólk fara upp um náttina, órógvar hetta náttarsvøvnin hjá viðkomandi. Ein rørsluvarnari inni á kamarinum gevur røktarstarvsfólki boð um, at viðkomandi er á veg úr songini. Hetta kann fyribyrgja, at búfólk detta og fáa skaða, og tað gevur eisini betri náttarsvøvn.

Hurðavarnari - friður um náttina

Um hurðin verður latin upp, verða boð send á fartelefonina hjá avvarðandi ella starvsfólki.

Dømi: Avvarðandi ella starvsfólk eru ørkymlaði um, at tann eldri fer út sjálvur og ynskja at fáa boð, tá hurðin fer upp. Hurðavarnarin kann eisini setast á vindeygu og køliskáp. 

Dømi á bústovi: Um búfólk fer út og av óvart inn til onnur, tí viðkomandi ikki finnur sítt kamar aftur. Hetta ger tey ótrygg, og tað órógvar eisini náttarsvøvnin hjá øðrum

Luftgóðskumátari

Hetta tólið mátar luftgóðskuna í rúminum og vegleiðir, um okkurt skal gerast fyri at betra um luftgóðskuna. Tað kann eitt nú vera, at tú skalt lufta út. Hann mátar eisini hita og annað, og kann flytast úr einum rúmi í annað.

Roykvarnari

Varnarin virkar sum vanligur roykvarnari, um roykur er, og sendir boð á fartelefonina. Hetta gevur tryggleika, tí tú fært fráboðanina, hóast tú ikki ert tilstaðar.

Viðmælt er at hava ein roykvarnara á hvørjari hædd, og at tað eru í mesta lagi 10 metrar millum teir. Hesin mátar eisini hitan í rúminum.

Alarmknøttur

Tá tú trýstir á alarmknøttin, verða boð send á fartelefonina hjá avvarðandi ella starvsfólki. Hetta gevur tryggleika, tí tað er so lætt at fáa samband við avvarðandi ella starvsfólk, um okkurt skuldi verið áfatt.

Tað er ikki neyðugt við fastnettelefon til endamálið, og tað ber til at hava fleiri persónar knýttar at skipanini – til dømis fleiri avvarðandi.

Alarmknøtturin kann berast um hálsin, um skøvningin ella í beltinum, og kann eisini festast á veggin – til dømis í køkinum, stovuni og sovikamarinum, so hann er lætt atkomuligur.
Stødd: 40 x 53 x 10,8 mm.

Tryggari og frælsari við GPS

GPS’arin vísir, hvar tú ert staddur og er til uttandura brúk. Á snildfon ber til at síggja á korti, hvar GPS eindin er.

Stødd: 77 mm x 37 mm x 23 mm 

Dømi: 
Um ein persónur fer út at ganga og ikki finnur heimaftur, er avleiðingin ofta, at viðkomandi verður fráráddur at fara útaftur einsamallur. 

Í staðin fyri at missa frælsið at ganga úti einsamallur, kunnu persónar við demens fáa ein GPS’ara við sær, tá tey fara út. Tá eru tey tryggari at fara út sjálvi. Avvarðandi og/ella røktarstarvsfólk nýtast heldur ikki at bera ótta fyri, at tey ikki koma aftur. Finna tey ikki heim, vita avvarðandi og/ella røktarstarvsfólk, júst hvar tey eru stødd, og kunnu hjálpa teimum heimaftur. 

Tað ber eisini til at seta hurðavarnara á hurðina hjá persónum við demens, so avvarðandi og/ella røktarstarvsfólk fáa fráboðan, tá hurðin verður latin upp. Í yvirlitinum í TALVA síggja tey, um viðkomandi hevur  GPS’aran hjá sær

 

Tólmátari

Við hesum ber til at máta el-nýtsluna hjá einstøkum tólum. Mátarin virkar sum signalstyrkjari millum savnaran og aðrar mátarar/varnarar, og sendir fráboðanir, tá tól verða nýtt. Tað ber harafturat til at tendra og sløkkja tól við hesi eindini.

Savnari

Savnarin er nervasentralurin í skipanini, og virkar sum brúgv millum varnararnar og mátararnar. Hann savnar og viðger dátur frá varnarunum og sendir tær beinleiðis til avvarðandi og/ella starvsfólk.

Savnarin skal knýtast í tráðleysa internetið heima við hús.

Vilt tú vita meira?

Set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri um okkara loysnir, og tænastur.  Tú ert…

Samband
Nemlia Sp/f
Telefon +298 202244
J.H. Schrøtersgøta 7
100 Tórshavn
E-Mail: nemlia@nemlia.com

Kunning til
Heilsurøktarstarvsfólk
Avvarðandi
Íleggjarar
Fjølmiðlar