Loysnir (NEW)

app-scaled
app-scaled
Full 1
Full 1
previous arrow
next arrow

Starvsfólkini á bústovnunum hava fleiri búfólk at taka sær av og kunnu ikki vera allastaðni í senn. Við Nemlia skipanini fáa tey boð, um til dømis onkur letur úthurðina upp og fer út, meðan tey eru inni á kamarinum hjá einum øðrum búfólki, sum tørvar hjálp. Tøknin virkar sum ein forlongdur armur ella eyka eyga hjá starvsfólkunum. Góða yvirlitið økir um tryggleikan og hjálpir starvsfólkunum at tillaga og leggja ymisku uppgávurnar betri til rættis.

Rørsluvarnari

Tá rørsla er, verða boð send á fartelefonina. Eisini ber til at fáa boð, um eingin rørsla er.

Dømi: Um eingin rørsla er í gongini hjá mammu míni, áðrenn klokkan 12, ynski eg at fáa boð, tí tá kann okkurt vera á vási. Mamma plagar altíð at vera uppi tíðliga. Rørsluvarnarin fangar rørslu upp í 9 metrar í ummáli og mátar eisini hita.

Hurðavarnari

Um hurðin verður latin upp, verða boð send á fartelefonina hjá avvarðandi ella starvsfólki.

Dømi: Avvarðandi ella starvsfólk eru ørkymlaði um, at tann eldri fer út sjálvur og ynskja at fáa boð, tá hurðin fer upp. Hurðavarnarin kann eisini setast á vindeygu og køliskáp. Hurðavarnarin mátar eisini hitan í rúminum.

Luftgóðskumátari

Hetta tólið mátar luftgóðskuna í rúminum og vegleiðir, um okkurt skal gerast fyri at betra um luftgóðskuna. Tað kann eitt nú vera, at tú skalt lufta út. Hann mátar eisini hita og annað, og kann flytast úr einum rúmi í annað.

Roykvarnari

Varnarin virkar sum vanligur roykvarnari, um roykur er, og sendir boð á fartelefonina. Hetta gevur tryggleika, tí tú fært fráboðanina, hóast tú ikki ert tilstaðar.

Viðmælt er at hava ein roykvarnara á hvørjari hædd, og at tað eru í mesta lagi 10 metrar millum teir. Hesin mátar eisini hitan í rúminum.

Alarmknøttur

Tá tú trýstir á alarmknøttin, verða boð send á fartelefonina hjá avvarðandi ella starvsfólki. Hetta gevur tryggleika, tí tað er so lætt at fáa samband við avvarðandi ella starvsfólk, um okkurt skuldi verið áfatt.

Tað er ikki neyðugt við fastnettelefon til endamálið, og tað ber til at hava fleiri persónar knýttar at skipanini – til dømis fleiri avvarðandi.

Alarmknøtturin kann berast um hálsin, um skøvningin ella í beltinum, og kann eisini festast á veggin – til dømis í køkinum, stovuni og sovikamarinum, so hann er lætt atkomuligur.
Stødd: 40 x 53 x 10,8 mm.

GPS

GPS’arin vísir, hvar tú ert staddur og er til uttandura brúk. Á snildfon ber til at síggja á korti, hvar GPS eindin er.

Stødd: 77 mm x 37 mm x 23 mm 

Tólmátari

Við hesum ber til at máta el-nýtsluna hjá einstøkum tólum. Mátarin virkar sum signalstyrkjari millum savnaran og aðrar mátarar/varnarar, og sendir fráboðanir, tá tól verða nýtt. Tað ber harafturat til at tendra og sløkkja tól við hesi eindini.

Savnari

Savnarin er nervasentralurin í skipanini, og virkar sum brúgv millum varnararnar og mátararnar. Hann savnar og viðger dátur frá varnarunum og sendir tær beinleiðis til avvarðandi og/ella starvsfólk.

Savnarin skal knýtast í tráðleysa internetið heima við hús.

Vilt tú vita meira?

Set teg í samband við okkum, og fá meira at vita um okkara loysnir og tænastur.

Samband
Nemlia Sp/f
Telefon +298 202244
J.H. Schrøtersgøta 7
100 Tórshavn
E-Mail: nemlia@nemlia.com

Kunning til
Heilsurøktarstarvsfólk
Avvarðandi
Íleggjarar
Fjølmiðlar