Hvat vit gera

Slide 1
Nemlia tænastan

Nemlia tænastan gevur betri arbeiðsumstøður hjá røktarstarvsfólki, veitir størri tryggleiki hjá tí eldra og gevur sálarró hjá avvarðandi .
Les fleiri dømir um, hvussu Nemlia tænastan kann geva tær betri lívsgóðsku.

Hjá Nemlia kenna vit avbjóðingarnar, sum eru á eldraøkinum. Nemlia mennir alskyns nútímans tøkni, sum kann samskifta við avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimunum og geva teimum her og nú innlit í støðuna hjá teimum, tey ynskja at hava samband við. Okkara loysnir eru mentar saman við røktarstarvsfólki við tí endamáli, at veita fólki hægri lívsgóðsku.

Nemlia bjóðar ymiskar varnarar og mátarar, sum kunnu knýtast saman eftir tørvi og setast upp í eitt samlað yvirlit, sum hevur fingið navnið TALVA. Tað er við støði í einstaka menniskjanum, at ávísar tøkniligar loysnir verða valdar og settar saman í TALVA. 

Fyrimunir

Longu nú verða Nemlia loysnir nýttar í eldrasambýlum og ellis- og røktarheimum kring landið við góðum úrslitum.

Fyri heilsu – og røktarstarvsfólk hevur Nemlia skipanin millum annað gjørt, at:

  • Heitu hendurnar røkka longri
  • Starvsfólkin kenna seg tryggari og minni strongd
  • Starvsfólk hava fingið meiri tíð, ið kann brúkast til betri røkt og nærsamband
  • Arbeiðsbyrðan er lættari og arbeiðsmhvørvið betur
  • Starvsfólk fáa veitt betri og meira hóskandi røkt

Fyri avvarðandi hevur innlitið úr Nemlia skipanini við sær, at:

  • Tíðin saman við tí eldra kann brúkast til annað enn eftirlit og kjekk
  • Minni stúran fyri, at tíni kæru ikki fáa givið boð frá sær, um okkurt skuldi hent teimum
  • Tú fært sálarfrið, tí er nakað áfatt, verður ein fráboðan send tær beinanvegin
  • Fólk fáa meiri orku í gerandisdegnum

Fyri eldri fólk, sum búgva einsamøll, kann Nemlia skipanin geva:

  • Samband við avvarðandi ella starvsfólk, tá tørvur er á tí
  • Tryggleika
  • Orku, dirvi og frælsi til at liva tað góða lívið
  • Eitt meira sjálvstøðugt og virðiligt lív

Tøknin frá Nemlia er brúkaravinarlig og hevur eina sjálvvirkandi fráboðanarskipan.

Hesi nýta Nemlia tænastuna

Soleiðis virkar skipanin

TALVA er samlaða yvirlitið yvir varnarar og mátarar, sum tú ynskir at seta saman eftir júst tínum tørvi. Skipanin knýtir tann eldra ella óhjálpna saman við avvarðandi ella røktarstarvsfólki, sum fáa beinleiðis boð, um okkurt er áfatt hjá tær. Talan er um sjálvvirkandi fráboðan 24/7 ella eftir tørvi.

Ymiskir varnarar og mátarar

Tað er umvegis TALVUNA, at talgildir varnarar og mátarar knýta teg saman við avvarðandi ella røktarstarvsfólk, sum fáa beinleiðis boð, um okkurt er áfatt hjá tær. Her ber til at fáa meira at vita um møguleikarnar.

Samband
Nemlia Sp/f
Telefon +298 202244
J.H. Schrøtersgøta 7
100 Tórshavn
E-Mail: nemlia@nemlia.com

Kunning til
Heilsurøktarstarvsfólk
Avvarðandi
Íleggjarar
Fjølmiðlar