Lívsgóðska er sambandið okkara millum
Lat okkum vera bindiliðið millum teg og títt umhvørvi
Vit menniskju hava altíð virðismett tætta sambandið okkara millum. At onnur hugsa um okkum og kunnu vera um okkum, tá brúk er fyri tí. Óansæð tíð og stað. Tað er hetta, sum gevur tryggleika, mátt og megi.
Nemlia er sambandið millum tann eldra, avvarðandi og røktarstarvsfólk
Við Nemlia
Fáa røktarstarvsfólk neyðuga innlitið og yvirlitið. Tey eru tryggari og røkka longri
Kenna avvarðandi seg tryggari og fáa størri sálarfrið
Fáa eldri og óhjálpin fáa eina tryggari, meiri virðiliga tilveru og eina betri lívsgóðsku

Heitu hendurnar røkka longri
Góða fráboðanartænastan og innlitið í støðuna hjá tí einstaka gevur starvsfólkunum betri stundir at veita borgarum ta røkt, sum skal til, fyri at tey trívast og hava eina trygga og virðiliga tilveru.
Góða sambandið gevur sálarfrið
Sum avvarðandi fært tú betur fylgt við støðuni hjá tínum kæru. Er nakað áfatt, fært tú boð beinanvegin og kann seta teg í samband við tey.


Lívsgóðska
Fyri eldri fólk, sum búgva einsamøll, hevur góða sambandið við umhvørvi við sær, at tey kenna seg tryggari. Hetta gevur orku og dirvi til at liva eitt meira sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.
"Við Nemlia hava vit betri stundir at veita eina meiri hóskandi røkt- og umsorgan. Arbeiðsgongdin stuðlar uppundir eina betri lívsgóðsku við størri sjálvræði’’
- Røktarstarvsfólk
"Við nýggju tøknini havi eg fingið meiri tíð til at nýta mín fakleika til at geva umsorgan, nærleika og kærleika.’’
- Røktarstarvsfólk
’’Rørsluvarnarin skapar tryggleika hjá starvsfólkunum, tí tey vita, at tey fáa boð á telefonina, so skjótt eitthvørt er áfatt inni hjá einum av búfólkunum.’’
- Deildarleiðari
Vit kunnu hjálpa tær
Samband
NEMLIA Sp/f
Telefon +298 202244
J.H. Schrøtersgøta 7
100 Tórshavn
E-Mail: nemlia@nemlia.com
Become a NEMLIA partner!
As a solution provider, we are interested in partnering with companies that share our values and help us achieve our vision.
Interested? Click here to connect.