

Royndir við Nemlia skipanini á bústovnum í Føroyum. Ellis- og røktarheim hava sum uppgávu, at veita eldri og óhjálpnum røkt og umsorgan. Røktarstarvsfólk hava okkara álit í, at okkara kæru kenna tryggleika og nærleika. Við óútrokniligum støðum og minni tíð at røkja sítt arbeiði, kann gerandisdagurin sum røktarstarvsfólk kennast stressandi.

Skipanin gevur røktarstarvsfólki betri tíð til umsorgan
Á einum ellisheimi, vóru eldri sum fóru út at reika, ella sloppu út at ganga túrar uttan umsjón. Hesi vóru í stórum váða fyri at villast ella ganga seg í óføri. Eisini kundu eldri detta meðan tey vóru inni á sínum kamari ella baðirúmi, eitt nú um náttina.
At fyribyrgja- og standa við óhappum var stressandi fyri starvsfólk og avvarðandi. Ørkymlanin, og at skula halda eitt vakið eygað við búfólk ger, at minni tíð er, at veita røkt og umsorgan.
Røktarstarvsfólk høvdu tørv á, at kenna størri tryggleika og sálarró.
Við Nemlia Talva, uppliva røktarstarvsfólk eitt betri arbeiðsumhvørvi við minni strongd og størri gleði. Røktarstarvsfólk síggja Nemlia Talva sum ein hjálpandi hond, sum gevur meiri tíð og orku at veita røkt og umsorgan. Við Nemlia Talva, kunnu røktarstarvsfólk brúka meiri tíð uppá at gera tað sum gevur gleði.
“Talvan er eitt neyðugt lið í okkara arbeiði. Nú kunnu vit betri veita umsorgan, og byggja sterkari samband við búfólkini”.


Lívsgóðska
Nemlia loysnin ger tað tryggari hjá eldri og óhjálpnum at búgva í egnum heimi longri.
Vit hava royndarkoyrt GPS´arar hjá heimabúgvandi borgarum við góðum úrslitum.
Samband
NEMLIA Sp/f
Telefon +298 202244
Smyrilsvegur 13
100 Tórshavn
E-Mail: nemlia@nemlia.com
Become a NEMLIA partner!
As a solution provider, we are interested in partnering with companies that share our values and help us achieve our vision.
Interested? Click here to connect.